JN

Frágreiðing um Flogoyggj á Tangafirði

...

2014-10-10 20:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

NÝGGJ FLOGOYGGJ Í TANGAFIRÐI

"Til vinstru, langt har niðri, síggja vit Havnina, ið liggur har so trygg í sínum reiðri. Til høgru verjur Nólsoyggin fyri Havnar vág, so mjá hon tekur seg út heruppifrá, og aftanfyri okkum er Glyvursnes júst farið afturum. Hetta kenda nesið við klovnaðari nøs stingandi út í Nólsoyarfjørð, boðar frá, at: Aftanfyri meg er alheimurin ??? og fyri framman heilt har niðri, millum Eystnes og Hvítanes er stavnhaldið, tann nýggi flogvøllurin sum ein flotoyggj ella flogberi, klárur at taka ímóti okkum, meðan tann fjálgi Skálafjørðurin, hesin longsti fjørður landsins liggur har so nonchalantur, og Sundalagið í sólskininum við silvitni skorar seg inn millum Eysturoy og Streymoy".

Nakað soleiðis kunnu vit hugsa okkum ein flúgvitúr til tann nýggja fløgvøllin og havnarlagið, sum ætlanin er at verða bygdur á Flesjarnar í Tangafirði.

Tann nýggi eysturoyartunnilin er góður fyri ætlanina, tí hesin fer at knýta flogvøllin við restina av Føroyum.

Vit mugu eisini gera okkum út til at kunna taka ímóti nýggjum avbjóðingum og hugarensli uttanífrá, ið fara ávirka okkara samfelag avgerandi, eins og slupptíðin við havfiskiskapi hevði sína kollveltingarligu árin á gamla bóndasamfelagið.

Tann nýggi flogvøllurin fer at taka ímóti komandi avbjóðingum, og kann taka ímóti flogførum av størri og tyngri slag.

Við Flesjarnar á Tangafirði er stór samanhangandi grynna, har til ber at byggja offshore-flogvøll og havnarlag við tilhoyrandi útbúnaði.

Sum tað sæðst av omanfyristandandi, er tíðin komin at hugsa um stórbroytingarnar, ið fara at standast av tí nýggju oljuvinnuni, sum nú stendur við okkara dyr og bankar uppá.

Nakrar hugleiðingar um at plasera ein flogvøll og transitthavn á Tangafirði

Føroyar eru væl plaseraðar á heimskortinum. Vit liggja millum Europa og Amerika. Heimspartarnir, ið saman við Kina, eru teir størstu og ríkastu ríkispartarnar í heiminum. Og sum grannar hava vit Skandinavia og Bretland. Helst einki land í heiminum hevur so strategiskt hepna plasering við so mongum møguleikum innan handil, samvinnu og samferðslu.

Teir stóru flogvøllirnir í London, Frankfurt og Keypmannahavn og eisini í Reykjavík kunnu verða okkara lopfjøl út í stóru verð eins og "Flogoyggin" verður lopfjøl hjá okkara grannum, nú flogvallarfasilitetirnir verða munandi betri við nýggja flogvøllinum.

Tann seinasta veðurlagsbroytingin hevur havt við sær, at havísurin við Antarktis bráðnar, og harvið er møguleikin at sigla til fjarleiðir um hesi høv blivin ein møguleiki. Eisini her liggja vit væl fyri.

Plasering av flogvølli og transitthavn í Føroyum

Tosað hevur verið nógv tey seinastu 30 árini um plasering av nýggjum fløgvølli, og hesi støð hava verið nevnd: Eystnes, Søltuvík og Glyvursnes, og serliga er fokuserað upp á Glyvursnes hesa seinastu tíðina, tí her var tann minsti turbulensurin, og ongi høg fjøll eru beint við. Her hevur eisini verið nevnt at byggja containarahavn í Gulanum innanfyri Glyvursnes í sambandi við flogvøllin.

Plaseringin av flogvøllinum við Flesjarnar leggur eisini upp fyri, at her eru ikki fjøll beint við. Tískil verður turbulensurin minni og regulariteturin at kalla 100%.

Plaseringin er geografiskt og í ferðsluliga miðskeiðis í landinum, og tá ið Eysturoyartunnilin verður gjørdur, er henda ætlan við flogvølli og transitthavn ein natúrligur partur i eini størri verkætlan: at sambinda allar Føroyar við allan útheimin.

Eitt sindur um ætlanina

Innihaldið í ætlanini er henda:

Byggja flogvøll við breyt upp til 3,3 km, ið tekur størstu og tyngstu flogfør.

Flogvøllurin verður við krossbreyt, og útbyggjast kann í stigum.

Frástøðan til aðrar flogvøllir ber í sær, at serlig atlit skulu takast til okkara veðurlag ??? at møguleikin at lenda verður betri við krossvølli, so lenditíttleikin verður optimalur.

Í sambandi við vøllin verður øll útgerð á staðnum við terminali og viðlíkahaldsverkstøðum o.ø. (seinni í ætlanini verður greitt nærri frá hesum).

Flogbreytin verður bygd niður á uppfylling.

Atkoma til vøllin verður frá Eysturoyartunnlinum, sum "leggur at" her, og koyrandi skal verða beint undir terminalin, har eisini ber til at parkera.

Flogvøllurin skal útbyggjast við allari útgerð, sum altjóða flogvøllir hava, bæði hvat passasertænastu og flogførum viðvíkur.

Framvið vestursíðuni á vøllinum, ið er væl vard fyri havalduni, verður havnarbygging til transitthavn/bingjuhavn/oljuhavn v.m og við møguligari fríhavnsstatus.

Ikki minst verður hugsað um fiskivinnuna, sum her kann umskipa vøruna beinleiðis frá fiskiskipum, virkjum og upp í flogførini og soleiðis fáa vøruna so nýggja sum gjørligt til teir fjarskotnu marknaðirnar í Japan, Kina, Australia og Amerika v.m.

Á havnarlagnum verða goymslu-, avgreiðslu-, skrivstovu-, og hotellbygningar til reiðar at taka ímóti oljuvinnuni og framtíðar vinnumenning.

Havnarbyggingin verður útbygd við flotbrúm ella líknandi konstruktiónum, ið eru samanbundnar við flogvøllin i modulum og í botn við spunsveggjum/súlum. Seinni í ætlanini verður greitt nærri frá hesum.

Tað skal bera til at útbyggja flogvøll og havnarlag í stigum til tann tørv, sum til eina og hvørja tíð fer at vísa seg.

Í uppskotinum er dentur lagdur á, at ???Flogoyggin??? skal taka seg væl út í tí maritima landslagnum, hann er í, og frástøða skal til verandi sjóvarstrendur vera soleiðis, at landslagslig konfrontatión ikki er til ampa fyri verandi landsløg. Tað natúrliga og tað mannaskapta skal ganga saman í samljóð hvørt við annað.

Byggihátturin verður tann fyri nýggjar flogvøllir brúkti hightech-arkitektururin, og vit vilja við hesum siga, at atlitið til bygningar og ásýniligar konstruktiónir o.a. verða bygd upp soleiðis, at alt tekur seg væl út í einum so stórum samanhangi sum hesum.

Vit leggja tó dent á, at serlig byggilistarlig fyribrigdi, ið hava samband við føroyska náttúru og tað mannaskapta, eigur at vera við til at mynda tað felags arkitektoniska úttrykkið.

Intensiónin er sostatt, at ordan og skynsemi skal geva allari verkætlanini vakran og sámiligan dám, sum ber brá av framskygni og framburði.

Nakað um konstruktión av oynni

Sum vit hava sæð í Fjarðeystri (Hong Kong) og arabiska heiminum, eru fleiri verkætlanir gjørdar úti á havinum, og har síggja vit, at tær eru gjørdar við einfaldari teknologi, nevniliga at fylla út við gróti ella líknandi tilfari. Hetta er helst bíligasti mátin at gera eina mannskapta oyggj.

Tó er onnur teknologi, ið sum kanska sum frá líður kann mennast, so teir verða kappingarførir við útfyllingina, ið er nevnd omanfyri.

Her á planchum vísa vit á nakrar konstruktiónir, ið kunnu koma upp á tal.

At byggja eina oyggj innanfyri niðursettar spunsveggir og síðani fylla upp millum hesar. Sí mynd á upphangstalvum.

Onnur konstruktión er at fylla partar upp, t.d. tann partin, sum er sjálvur vøllurin, og síðan seta spunsveggir til havnarbygging og síðani seta restina av oynni á súlur og betongkonstruktiónir. Sí mynd á upphangstalvum.

Onnur konstruktión kann vera at byggja alla oynna upp við konstruktiónum úr stáli og betongi. Hetta er helst ein dýr konstruktión. Sí mynd á upphangstalvum.

Og so ber eisini til at gera eina oyggj, sum flýtur ??? eina ???flotoyggj???. Her er hugsað um konstruktiónir, ið verða gjørdar sum berandi strukturar, ið kunnu verða luftfyltir innan og soleiðis flóta, ella hesir strukturar kunnu fyllast við løttum tilfari, sum syrgja fyri uppdriftini. Sí mynd á upphangstalvum.

Vit hava avrátt at fylla út við gróti, og sum áður nevnt, er hetta bíligasta loysnin.Vit mugu serliga hugsa um at fara eftir tí stóra grótinum til brimgarð.

Tað stóra grótið kann takast innan úr fjøllum við at gera tunnlar inn og har taka grótið út, og tað kann eisini takast oman av lendinum.

Verður grótið tikið oman av lendinum, er rættiliga neyðugt, at tað verður gjørt skynsamt og í samsvari við allar náttúrufriðingarmyndugleikar og í samljóði við býar- og bygdarplanir.

Kostnaður og stigvís útbygging

Henda kostnaðarmetingin byggir á ta konstruktiónina, sum vit kalla útfylling, og sum vit hava fingið at vita, er nógv bíligast ??? sum nú er ??? men sum nevnt omanfyri kann menningin í aðrari teknologi bera í sær, at onnur konstruktión kann gerast bíligari. Hetta fer tíðin at vísa.

Vit hava roynt at fáa alt við í okkara meting ??? eisini ljós á vøllinum.

Viðvíkjandi innflúgvingarljósum er torført at meta um prís, tí tey kunnu gerast upp á ymsar mátar av tí, at tey kunnu setast á konstruktiónir niður á botn við báðar endarnar, og tey kunnu eisini vera ein partur av vøllinum, og tá eru tey ikki so dýr.

Í okkara ætlan er roknað við, at báðir møguleikar eru tøkir reint funktionelt, men prísurin er ikki útroknaður.

??tlanin er mett at kosta til samans 5,6 mia. krónur, og um bygt verður í trimum útbyggingarstigum, verður metingin soleiðis, hvørt stigið fyri seg og samanlagt:

· Fyrsta stig fevnir um tann stóra vøllin upp á 3.300 metrar, terminaløki við minni terminali 7.000 m², verkstaðsbygning og tilhoyrandi parkering og uppkoyring frá tunnli til flogvøllin.

Mettur kostnaður 2,4 mia. krónur.

· Annað stig fevnir um tann minna vøllin upp á 2.500 metrar, størri terminal + 10.000 m², størri parkering, verkstaðsbygningur og byrjan upp á havnarbygging.

· Mettur kostnaður 2,0 mia. krónur.

· Triðja stig fevnir um størri havnarbygging, størri terminal, størri verkstaðsbygging, størri parkering.

· Mettur kostnaður 1.2 mia. krónur.

Samlaður byggikostnaður 5,6 mia krónur.

Sí eisini mynd um byggikostnað vísandi tey trý byggistigini í tølum og tekning víst á upphangstalvum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder