2014-08-11 14:59
Í sambandi við at felagið Frælsi nú hevur 10 ár á baki, skipa vit fyri fyrstu ½ marathonrenningini í Vágum. Renningin verður leygardagin 6. september 2014.
Runnið verður frá skúlanum í Gásadali til Sandavágs kirkju.Møtt verður kl. 9.30 í Høllini á Giljanesi, har startnummur verða útflýggjaði. Møguleiki verður at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina. Av Giljanesi verður farið við bussi út í Gásadal. Starturin er kl. 11.
Á rutuni er vatn at fáa fyri hvørjar 5 km.
Renniblusa verður til tey, sum hava meldað til 20. august.
Tilmelding kemur í næstum áwww.renn.fo, tað skrivar Frælsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald