Stýrið fyri Kringvarp Føroya hevur viðgjørt spurningin um, hvør skal bera møguligar útreiðslur, herundir bøtur, endurgjald og sakarmálskostnað, sum starvsfólk hjá Kringvarpi Føroya, sum liður í tænastu teirra, av rættinum verða áløgd at rinda.
Arbeiðsgevarar hava í útgangsstøðinum endurgjaldsábyrgd fyri skaðaelvandi gerðir, sum starvsfólk teirra fremja í tænastuni. Sambært fjølmiðlaábyrgdarlógini ábyrgjast Kringvarp Føroya beinleiðis fyri endurgjaldi og sakarmálskostnaði, sum starvsfólk eru dømd at rinda.
Ásannandi tann altavgerandi týdningin sum kritiskur journalistikkur hevur í einum fólkaræði, hevur stýrið fyri Kringvarp Føroya ta áskoðan, at útgangsstøðið er, at stovnurin endaliga ber møguligar útreiðslur til bøtur, endurgjald og sakarmálskostnað, sum starvsfólk hjá Kringvarpi Føroya, sum liður í tænastu teirra, av rættinum verða áløgd at rinda.
Tað er tó ein grundleggjandi treyt fyri, at Kringvarp Føroya endaliga ber omanfyri nevndu útreiðslur, at starvsfólk ikki hava framt eina gerð, sum tey vistu ella áttu at vita var skeiv. Í slíkum føri kann Kringvarp Føroya krevja, at starvsfólkið sjálvt ber møguligar útreiðslur, ið standast av slíkum sakarmáli.
Kringvarpsstýrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald