Lýsing

Fráboðan frá Føroya Pedagogfelag

...

2019-11-22 07:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur lýst eindarleiðarastørvini leys at søkja, hóast eingin avtala um flokking er gjørd millum sáttmálapartarnar.


Hetta er brot á grein 14, stk. 3 í sáttmála okkara, sum sigur, at sáttmálapartarir skuldu samráðast um flokking av nýggjum størvum áðrenn tey vera lýst leys.

Vit skulu tí boðað frá, at tá talan er um størv, sum eingin lønaravtala er gjørd fyri, so verður noktað limum felagsins at søkja nevndu størv so leingi eingin avtala er gjørd um lønarflokking av størvunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder