Vinna

Frá sterti til táknir

...

2021-05-04 07:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu verða tvær verkstovur um burðardygga matgerð við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen, samskipara í Matkovanum, og Kára Kristiansen, kokki.

Frá sterti til táknir (fin to gill) er hugsjón um burðardygga matgerð, har alt á fiskinum verður gagnnýtt. Endamálið er at minka um matoyðsl og økja virðingina fyri fiskinum.

Á verkstovunum fer royndi fiskakokkurin, Kári Kristiansen, at vísa okkum hvussu vit hagreiða ein heilan útróðrarfisk og hvussu vit kunnu gagnnýta ymsu partarnir av fiskinum til matgerð.

Verkstovurnar verða í Perluni týskvøldið 4. mai og hóskvøldið 6. mai kl. 19.

Tað er ókeypis at luttaka á verkstovunum. Tilmelding á [email protected] ella tel 30 24 25.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder