Vegna forfall sísta mánakvøld verður "Leyvsælahøgtíðin", gjøgnumgingin í Meinigheitshúsinum í Sandavági í kvøld kl 19.00. Hetta er høgtíðin har eisini fólkasløgini ella heidningatjóðirnar eru bodnar við til Jerusalem. Hon er eisini tann stóra innhestingar høgtíðin. Uppruna ætlan Guðs hevur allatíðina veri at búgva/tjalda saman við menniskjunum eins og Hann gjørdi í Edens hava. Á tí firstu Leyvsælahøgtíðini bleiv firsta Tabernakli bygt har Guð skuldi búgva saman við samkomuni. (her first í andanun) Jesus kemur at uppfylla hesa høgtíðina tá Guð fysiskt er tilstaðar aftur í heiminum og Guð/Jesus aftur kemur at ???tjalda saman við menniskjunum???.
Eykenni fyri Sukkot Leyvsælahøgtínina:
· 7 dagar í gleði og lovprísan, sum myndaliga vísur til æviga gleði.
· Føðidagur Jesusar kann man ídag við vissu siga er tengdur at hesi høgtíðini. Hetta veit man tí presta vaktin hjá Zacharias, pápi Jóhannesar er nevnd.(Abijah)
· Hetta er høgtíðin har Ísrael, sum presta natión skuldi ofra 70 tarvar á Oljufjallinum vegna okkum heidningatjóðirnar.
· Nýggjar himnar og eina nýggja jørð (ein nýggj vika). 2Pæt 3:13 Jes 66:22 Opb.21:1.
· Hvíti liturin.
· Síðsta árliga innheystingin. Høgtíðin er eisini ein forsjón uppá tí endaligu innhestingina.
· Talan er um fruktir, olju og vínber. Guðs vreiði-vínpersa. , forsjón av dóminum( forsjón av dóminum er m.a umtala í Matt 13:37-39 og Opb 14:14-20)
Tabernakul merkjur eitt ???tíðar avmarkað búðstað??? eitt tjald ella hytta. Guð sum er Andi bleiv menniskja á hesi høgtíðini. Jesus sum var av óforgoyngiligum sáði bleiv eitt fysiskt menniskja eitt likam ella eitt tabernakul. Aftaná Jesus deyða og uppreisn og Heilagi Andin er útheldur, verða vit eisini nevnd sum Tempul Heilaga Andans. Tað eru umtala 7 ymisk tempul / tabernakul í millum permurnar á bíbliuni.
Vit vóna at síggja nógv fólk til framløguna i kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald