Fótbóltslógin 2014 er nú tøk sum bókaútgáva. Tað er FSF, ið sjeynda árið á rað, útgevur fótbóltslógina á føroyskum.
Fótbóltssamband Føroya útgevur á sjeynda sinni Fótbóltslógina á føroyskum. Fótbóltslógin er umsett frá ???Laws of the Game???, sum FIFA útgevur.
Petur Reinert, ið er altjóða dómari, hevur umsett, og síðani hava Niklas á Líðarenda, Jógvan Jensen og Lassin Isaksen gjøgnumgingið bókina saman við Peturi Reinert.
Bóklingurin inniheldur fótbóltslógirnar við teimum broytingum, sum eru í lógunum og tillagingunum í tekstinum. Harafturat inniheldur bóklingurin tær føroysku viðmerkingarnar, saman við vegleiðing til dómaran og hjálpardómarnar.
Rættingar og broytingar í lógartekstinum og avgerðir annars eru merktar við loddrættari linju úti í marguni.
Broytingar í fótbóltslógini eru galdandi fyri allar deildir, har sum ikki annað er tilskilað, og koma hesar í gildi 1. januar 2014.
Fótbóltslógin 2014 er ikki til keyps, men fæst ókeypis í FSF-húsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald