2018-04-25 13:19
FSF: Tað byrjaði alt av tilvild, men kortini var okkurt, sum ???festi??? í, og aftaná næstan 40 ár ella meir, hevur Niklas á Líðarenda virkað sum dómari, hjálpardómari, 4. dómari og eygleiðari í føroyskum fótbólti í 1.000 dystum, sambært faroesoccer.com.
Eftir øll hesi árini hevur Niklas á Líðarenda upplivað eina rúgvu, og tað greiður hann sera áhugavert frá í hesum FSF Varpinum. Millum annað hevur hann dømt jóansøkudyst á mestsum miðari nátt í Sumba, og aftaná dyst í Gundadali millum HB og KÍ, misti gøtumaðurin, sum er uppvaksin á Nesi, koyrikortið á veg heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald