07vestur.fo skrivar: Í morgun kl. 06:30 var fyrsta venjingin á nýggju fótbóltsbreytini í Vágum, ið fótbóltsfeløgini 07 Vestur og MB, skúlarnir í Vágum og Fótbóltsamband Føroya,tøttum samstarvið, erufarin undir,
Eftir eina longri tilgongd, har kommunustýrislimir og skúlastýrislimir hava viðgjørt og síðan góðkent verkætlanina, eru feløgini 07 Vestur og MB, saman við Fótbóltsambandi Føroya, komin fram til ein leist, so byrjast kundi so skjótt sum nýggja skúlaárið byrjaði.
Fleiri enn 30 gentur og dreingir úr 7. til 10. flokki hava teknað seg til breytina, og venjingar verða tríggjar ferðir um vikuna, mánadag og mikudag áðrenn skúlatíð og fríggjadag eftir skúlatíð. Tað er Jens Erik Rasmussen, ið stendur fyri venjingunum, men væntandi vera onkur venjari afturat knýttur at verkætlanini.
Næmingarnir eru úr flest øllum bygdunum í Vágum og venjingarnar verða á vallunum í Sørvági, Miðvági og Sandavági, umframt í hallunum, tá veðrið ikki er til vildar.
"Í 07 Vestur verður hetta sæð sum eitt tíðandi stig í víðari menningini av yngru leikarunum, har vit fáa betri tíð saman við teimum íðkandi, og serliga til teknisku venjingina. Eg vil ynskja skúlunum, kommununum og næmingunum hjartaliga tillukku við verkætlanini", sigur Jarnhold Nattestad, formaður í 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald