JN

Fosshylur klárur til summarið - myndir

...

2019-06-20 08:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í nakrar dagar hevur verið arbeitt við at rudda gamla svimjihylin í Sandavági - Fosshyl - og fáa demmað hylin, soleiðis at svimjandi verður aftur í Fosshyli.

Í gjárkvøldið varð hann demmaður og er Fosshylur sostatt klárur til summarið.

Í Fosshyli hevur mangan verið stuttligt, har hava sandavágsbørn lært at svimja, har stuttleikaðu tey sær ofta allan dagin.

Í sera hugnaliga umhvørvinum, sum har er, hava mangar góðar løtur verið, mammur sótu í grasinum omanfyri hylin við stokkum og ansaðu børnum sínum í góðveðrinum, serliga sunnudagarnir vóru útferðardagar niðan í Fosshyl.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder