2014-02-17 21:20
Løgmaður hevur seinnapartin havt vitjan av Henryk Józef Nowacki, biskupi, ið umboðar katólsku kirkjuna í Skandinavisku londunum.
Henryk Józef Nowacki, ið býr í Svøríki, er í Føroyum og kunnar seg um virksemið hjá katolikkunum í Føroyum.
Hetta er fyrstu ferð, at hann er í Føroyum.
Tað er Czeslaw Kozon, katólski biskupurin í Danmark, ið hevur tikið stig til ferðina í Føroyum.
Mynd: Czeslaw Kozon, Henryk Józef Nowacki og løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald