2014-03-24 22:40
Føroysku svartkjaftaskipini royna í altjóða sjógvi góðar 200 fj. vestur úr Írlandi. Har eru nógv skip, íslendsk, russisk, norsk og ES-skip umframt tey føroysku, sum eru: Jupiter, Christian í Grótinum, Næraberg, Finnur Fríði, Fagraberg og Tróndur í Gøtu. Tað hevur ikki verið nakar rokfiskiskapur teir seinastu dagarnar, veðrið hevur heldur ikki verið av tí besta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald