Vinna

Føroysku skipini hava fiskað útvið 50.000 tons av makreli

...

2021-08-15 21:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár vóru tað tveir mánaðir síðani at Hoyvík, sum tað fyrsta skipið í hesari makreltíðini kom inn at landa. Føroysku skipini plaga ikki at byrja at fiskað makrel fyrr enn fyrst í august.

Tølini vit hava fingið frá Vørn fríggjadagin vísa, at føroysku skipini hava fiskað 46.857 tons av makreli í ár. 27.247 tons eru fiskaði í føroyskum sjógvi, ímeðan 19.610 tons eru fiskaði í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.

Hyggja vit eftir tølunum hjá Vørn, so blivu bert 200 tons av makreli landaði í sama tíðarskeiði sum føroysku skipini í ár hava landa 46.857 tons. Hinvegin blivu 33.625 tons landaði í januar og februar mánaða í fjør.

Føroyska makrelkvotan fyri 2021 er 167.048 tons samsvarandi 19,6% av mest loyvdu veiðu á 852.284 tons, sum strandarríkini samdust um 4. desember 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder