JN

Føroyskar ryssur skannaðar

...

2013-09-29 03:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár vórðu 12 føroyskar ryssur skannaðar á Búnaðarstovuni. Marianne Rom, djóralækni, var komin úr Danmark við sínum skannara, so at hon kundi siga, hvørjar ryssur eru kvidnar. Eisini kundi hon síggja um eggjastokkarnir eru aktivir ella ikki. 

Lyngheiða, Eydna og Blanka eru allar gamlar ryssur og hava allar inaktivar eggjastokkar. Tað vil siga, at tær ongantíð kunnu fáa fyl aftur. Freia, Døgg og Brynja eru heldur ikki kvidnar, men við eitt sindur meira viðgerð í lívmóðurini, kunnu tær vónandi kvidnast í næsta ár. 

So eru tað Chanel, Luna, Lý, ??dn, Snarka og Lítla, sum allar eru kvidnar.

Sera spennandi var at síggja skanningina - Marianne Rom gav sær eisini góða tíð, at greiða frá myndunum, sum sóust á skerminum.

Sí myndirnar niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder