Mentan

Føroyska rossið er í støðugari menning

...

2015-03-22 04:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tann føroyski rossastovnurin mennist við rúkandi ferð, og um 3 ár kunnu tað verða 100 føroysk ross í Føroyum. Hetta segði Hans Petersen, formaður í Felagnum Føroysk Ross m.a. á aðalfundi felagsins í dag.

Hesi seinastu 3 árini hevur Felagið Føroysk Ross gjørt nógv burturúr at skipa alingina av Føroyskum rossum betur. Ryssur, sum tað ikki hevur eydnast at fáa kvidnar, hava verið viðgjørdar av djóralækna, og nú síggjast úrslitini. Í fjør vórðu 8 fyl folað, og í ár væntast í minsta lagi 9 fyl afturat. Hetta er tað mesta nakrantíð. Somuleiðis verða DNA-royndir tiknar, fyri at staðfesta upprunan hjá hvørjum einstøkum rossi og avmarka innannøringina mest møguligt. DNA-royndirnar verða kannaðar í Svøríki.

Felagið Føroysk Ross hevur eisini tikið stig til at skipa skrásetingina av føroyskum rossum á ein nøktandi hátt. Samstarv er fingið í lag við tað íslendska bóndafelagið um loyvi til at brúka ta altjóða viðurkendu skrásetingarskipanina World Fengur. Íslendarar hava sýnt Felagnum Føroysk Ross stóra vælvild, og bjóðað felagnum atgongd til skipanina fyri ein sera sámuligan prís. Avbjóðigin hjá felagnum er nú at fáa henda peningin til vega.

Hans Petersen, formaður, staðfesti eisini á aðalfundinum, at nógvir ferðavinnumøguleikar eru í sambandi við tað føroyska rossið. Ferðafólk spyrja eftir tí serføroyska, og her eru tey upprunaligu føroysku húsdjórini nakað sjálvsagt at vísa á. Tað føroyska rossið finnst bara í Føroyum, og eigur at verða nakað vit eru stolt av, vísti formaðurin á.

Umframt sjálvt ali- og skrásetingararbeiðið er avbjóðingin nú at framleiða kunningartilfar um tað føroyska rossið, bæði til útlendsk ferðafólk og til føroyingar. Felagið hevur eisini latið eina nýggja heimasíðu menna, sum í næstum verður at finna á www.ffr.fo

Á aðalfundinum varð nevndin í Felagnum Føroysk Ross øll afturvald. Í henni sita: Hans Petersen, formaður, Linda Hesselberg, skrivari, og Jórun Sumberg Olsen, kassameistari. Tiltakslimir eru Signa Kallsoy Joensen og Jóna ??lavsdóttir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder