www.nótaskip.fo skrivar: ICES hevur nú latið strandalondunum sítt tilmæli um kvotuásetingina fyri uppisjóvarstovnarnar í 2015.
Mælt verður til, at kvoturnar bæði fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft lækka næsta ár, sammett við ásettu kvoturnar í ár.
Greitt er, at føroyska makrelkvotan fer at lækka 27% í 2015. Í ár er kvotan 156.000 tons, og næsta ár verður hon 114.000 tons.
Hetta hava ES, Noreg og Føroyar bundið seg til. ICES mælti til, at makrelkvotan í 2014 skuldi verða 1.011.000 tons, men í 5-ára semjuni, sum ES, Noreg og Føroyar undirskrivaðu grækarismessudag í ár, varð kvotan fyri 2014 sett 230.000 tons hægri, enn ICES mælti til. Hetta skal bert verða galdandi fyri 2014, og londini hava í avtaluni bundið seg til, at kvotan árini frá 2015-2018 skal fylgja umsitingarætlanini og tilmælunum frá ICES. Hetta merkir, at tað liggur fast, at makrelkvoturnar hjá ES, Noreg og Føroyum minka 27% í 2015.
Stovnurin av norðhavssild er illa fyri. Ongin góður árgangur er komin undan síðan 2004, og ICES mælir til, at heildarkvotan verður 283.000 tons í 2015. Tá heildarkvotan var upp á tað mesta í 2009, var hon 1,6 mió. tons. Fyri 2014 var tilmælið hjá ICES 418.000 tons, men Føroyar ásettu sær eina sildakvotu sum gav Føroyum góð 18.000 tons eyka í mun til tað gamla býtið. Sostatt verður í útgangsstøðuni ein niðurskurður upp á 35% í kvotuni av norðhavssild í 2015.
Strandalondini samdust í 2013 um at samráðast um eitt nýtt býti á strandalandafundinum í ár. Hetta býtið skal galda frá 2015 og komandi árini. Semjast londini ikki um eitt nýtt býti av norðhavssildini, verður neyvan talan um at áseta samlaðu kvotuna munandi hægri, enn ICES mælir til, tí stovnurin er so illa fyri.
ICES mælti til, at svartkjaftakvotan í 2014 skuldi setast til 949.000 tons, men londini samdust at seta kvotuna 250.000 tons hægri, tí svartkjaftastovnurin tolur eina størri kvotu, enn ásett er í umsitingarætlanini. ICES mælir til at svartkjaftakvotan í 2015 verður sett til 840.000 tons, sum er ein lækking upp á 30% í mun til kvotuna, sum londini samdust um fyri 2014. Eftir hvat skilst er orsøkin til lækkingina í tilmælinum fyri 2015, at 250.000 tons vóru tikin eyka úr stovninum í ár.
Samráðingarnar millum strandalondini um kvoturnar fyri 2015, verða í London frá 13. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald