JN

Føroyska liðið móti Gibraltar er sett

...

2014-03-01 22:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Lars Olsen hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum í kvøld ímóti Gibraltar

Tað verður HB-málverjin, Teitur Matras Gestsson, sum byrjar í málinum, meðan Tórður Thomsen verjir føroyska málið eftir steðgin, tá føroyska A-landsliðið við monnum í kvøld klokkan 19:00, føroyska tíð, spælir fyrsta landsdystin í hesum árinum, sum verður ímóti Gibraltar á Victoria Stadion á Gibraltar.

Í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Miðvøllin manna Gilli Sørensen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Pól Jóhannus Justinussen. Christian Lamhauge Holst verður framrættaður miðvallari, meðan Jóan Símun Edmundsson verður fremsti maður á føroyska liðnum.

Fyri júst trimum árum síðani spældu Gibraltar og Føroyar venjingardyst á Victoria Stadion, og ta ferðina vunnu gibraltarbúgvar 3-0.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder