Føroyska byggivinnan hevur staðið í vøkstri seinastu árini, vísa seinastu tølini, hóast hesin vøkstur kundi verið størri. Vinnan er við at fóta sær, men framvegis eru forðingar.
Byggivinnan er ein týðandi vinnugrein í føroyska búskapinum, og fleiri enn 1.500 løntakarar hava sítt dagliga yrki í byggivinnuni. Seinastu árini hava lønarútgjaldingarnar í byggivinnuni verið umleið 11 prosent av samlaðu føroysku lønarútgjaldingunum.
Myndin niðanfyri vísir, at lønarútgjaldingarnar í byggivinnuni hava verið vaksandi seinastu árini. Tó hava útgjaldingarnar framvegis ikki nátt sama støði sum undan altjóða fíggjarkreppuni í 2008.
Talið á løntakarum í byggivinnuni var í 2014 beint omanfyri 1.600 fólk, og talið hevur verið hækkandi síðani 2012. Tølini vísa, at vit enn ikki eru komin upp á sama støði sum undan kreppuni, tá fleiri enn 2.000 løntakarar vóru í vinnuni. Vinnuhúsið frættir frá sínum limum í byggivinnuni, at eftirspurningurin eftir tænastum er í vøkstri, men trupult kann verða at bjóða uppá uppgávur, tí arbeiðsmegin ofta er óstøðug og avmarkað.
Talið á handverkslærlingum í byggivinnuni sveiggjar vanliga nógv, og er tað ein greiður samanhangur millum talið á lærlingum og virksemi í vinnuni annars. Í 2006 vóru umleið 380 lærlingar í byggivinnuni. Árini eftir fall talið munandi, og í 2009 vóru bert umleið 100 lærlingar. Lærlingatalið er síðani økt nakað og í 2014 vóru umleið 170 lærlingar. Miðal lærlingatalið seinastu 10 árini er sostatt 187 lærlingar í byggivinnuni.
Til samanberingar kann nevnast, at samlaða talið av lærlingum í Føroyum í 2014 var 264. Helvtin av øllum lærlingunum í Føroyum hava sostatt lærupláss í byggivinnuni.
Flest lærlingar læra til maskinsmið, timburmann ella elektrikara.
Samanumtikið kann sigast, at byggivinnan sum heild er ein vinnugrein, sum stórliga verður ávirkað av sveiggjum í búskapinum.
Sí annars ársfrágreiðing hjá Føroya Handverksmeistarfelag
Kelda: tøl frá Hagstovuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald