JN

Føroysk sjófólk fáa 4G í Føroyum og Íslandi

...

2017-05-08 21:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú kunnu føroysk sjófólk fáa 4G samband heilt út á 60 fjórðingar kring allar Føroyar. Vodafone hevur útbygt sítt sjónet, so skip rundanum Føroyar kunnu fáa munandi betur og skjótari internet umborð.

Harafturat kunnu føroysk skip nú eisini fáa skjóta og lætta atgongd til 4G, meðan tey sigla undir Íslandi. Føroyski fjarskiftisveitarin hevur gjørt eina serliga avtalu, sum inniber, at føroysk skip fáa atgongd til 4G netið kring Ísland munandi lættari enn áður.

- Hetta er liður í okkara ætlan at betra um tænastuna til skip og sjófólk, sigur Suni Justinussen, sølustjóri á Vodafone. Tørvurin hjá sjófólki er nógv broyttur, og gott netsamband umborð hevur nógv at siga fyri trivnaðin hjá sjófólki. Við okkara nýggja og víðkaða sjóneti kunnu tey vera á netinum langt úti á havinum, bæði í Føroyum og Íslandi, við somu ferð sum heima.

Vodafone luttekur á Atlantic Fair í komandi viku, har greitt verður nærri frá nýggju møguleikunum hjá føroyskum skipum.

Við hesum hevur Vodafone enn einaferð slóðað fyri menningini av føroyska fjarskiftismarknaðinum, bæði við útbygging av 4G, 3G og nú einum munandi meira víttfevnandi sjóneti enn áður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder