Vinna

Føroyastreymurin hitar Arktis

...

2015-04-23 22:16 Author image
placeholder

Seinastu tjúgu árini hevur Føroyastreymurin økt varmaflutningin til Arktis

Fram við Føroyum rekur heitur sjógvur, sum kemur úr Atlantshavi. Hann hitar bæði hav og luft og ger umhvørvið hjá okkum nógv lýggjari, enn tað annars hevði verið. Men hann ávirkar ikki bara okkum, tí hann heldur fram norðureftir móti Arktis.

Tann týdningarmesta greinin av hesum ráki, er sjógvurin, sum kemur yvir um Íslandsryggin og rekur eystureftir norðan fyri Føroyar, har hann heldur tí kalda sjónum frá Eysturíslandsstreyminum burturi frá okkum. Hetta rák nevnist Føroyastreymurin, sum flytur umleið 120 milliónir MW (megawatt) inn í Norskahavið, t.v.s. umleið eina millión ferðir meiri enn samlaði mátturin hjá SEV.

Hesin varmaflutningur gevur góð livilíkindi hjá makreli og øðrum fiski norðanfyri, men er eisini ein av orsøkunum til, at ísurin er farin at bráðna uppi í Íshavinum. Tí hevur Havstovan seinastu tjúgu árini fingið nógvan stuðul úr norðurlendskum og europeiskum granskingargrunnum at máta varmaflutningin í Føroyastreyminum, og hann er í miðal øktur 18% seinastu tjúgu árini. Fyri ein part stavar økingin frá øktum streymi; men tað mesta stavar frá, at sjógvurin er hitnaður umleið eitt stig (1°C) í hesum tíðarskeiðnum.

Kelda: hav.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder