Føroyska liðið stóð seg manniliga í fyrra hálvleiki og kundi fara til hálvleik við 1-0 føring, tað var Christian Holst, sum skoraði fyri Føroyar tá ið 41 minuttir vóru leiktir.
Annars høvdu bæði liðini møguleikar í fyrra hálvleiki, sum kundu givið mál.
Í seinna hálvleiki løgdu finnar meira trýst á okkara menn, sum gav mál longu tá ið 7 minuttir vóru leiktir. Tað sá út til at finnar vildu hava fleiri mál og í 78. minutti fáa teir aftur mál og støðan 2-1 til finnar. Í 82. minutti eru finnar aftur uppá spæl - støðan 3-1, sum eisini gjørdist endaliga støðan.
Sigast kann, at vit um væl vildi við kundu vunnið dystin í kvøld, ella í minsta lagi kundi dysturin enda við javnleiki.
3.300 áskoðarar vóru á Tórsvølli í kvøld.
Næsti dystur hjá føroyska landsliðnum verður í Norður-Írlandi 11. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald