Vinna

Føroyar yvirhála Noreg í Kina

...

2013-08-19 21:19 Author image
placeholder

 Føroyar útflyta í løtuni meira feskan laks til Kina enn Noreg, sum hevur mist stórar marknaðarpartar í ár.

Fyrra hálvár í ár minkaði marknaðarparturin hjá Noregi av feskum laksi til Kina niður í 29 prosent. Samstundis øktist útflutningurin til Kina av feskum laksi úr Føroyum og Stóra Bretlandi, og hesi bæði londini hava nú størri marknaðarpart hvør sær enn Noreg. Hetta vísa nýggj tøl frá Norges Sjømatråd, skrivar Dagens Næringsliv.
Noreg, sum plagdi at vera nógv tann størsti útflytarin av laksi til Kina, er nú bert triðstørst. Í 2010 var Noreg tann størsti útflytarin, men støðan er broytt munandi uppá fá ár, nú Føroyar og Stóra Bretland hava yvirhálað Noreg.
Samstundis eru kinverjar farnir at eta munandi meira laks ann áður, og vøksturin í nýtsluni er umleið 30 prosent um árið. Hesin vøkstur fer væntandi at vara í fleiri ár frameftir.
Kelda: vinnuhúsid.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder