Politikkur

Føroyar vunnu við Clint Eastwood á odda

...

2014-03-14 18:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit kenna myndina frá amerikanskum klassikkarum. Góði sjeriffurin mótvegis ónda bandittinum. Dysturin millum tað góða og tað ónda, ið verður avgjørdur við einum stórum Magnum 357., har skjótasti skjúttin vinnur. Myndin kann lættliga setast í samband við makrelkríggið, har sjeriffurin av ??krum, Jacob Vestergaard, hevur staði eye to eyevið byrokratunum í ES.

Trýst

Hóast byrokratarnir hava trýst hendavegin og hinvegin, hevur sjeriffurin ikki blunka. Sum ein annar Clint Eastwood klappaði hann hestin, tugdi sigarendan, áðrenn hann stardi fíggindan sannførandi í eygað. Men í mun til western filmar snúði makrelkríggið seg ikki um revolarar, men hvør hevði bestu grundgevingarnar. Dirvið at halda fram. Mikukvøldið 12. mars blunkaðu byrokratarnir. Hoknaðu í kongunum. Hetta gjørdist dagurin, tá Jacob Vestergaard vann á byrokratunum. Føroyar á ES. Hetta gjørdist dagurin, tá Føroyar næstan trífaldaðu makrelkvotuna úr 5% til 12,6%. Sambært búskaparfrøðinginum, Hans Ellefsen, snýr tað seg um 800 mió.kr., ið meirvirði. Hetta eru pengar, sum fíggja vælferðina framyvir.

Vit stóðu saman

Jacob Vestergaard eigur stóran lut í semjuni, men hann hevur ikki staði einsamallur. Hann hevur havt dyggan stuðul frá føroyska fólkinum. Frá politisku skipanini. Í hesum málinum hava vit, sama hvar vit eru hugsjónarliga, staði saman um okkara tjóðarrætt. Vit hava sagt, at vit eiga størri makrelkvotu, og vilja vit gera alt fyri, at vit fáa okkara sjálvsagda rætt. Tað hava vit gjørt, og vit sigraðu. Men dysturin er ikki av. Handilsstongsulin við ES heldur fram.

Sildin

Vit skulu í nærmastu framtíð samráðast við strandalondini um, hvussu norðhavssildin skal býtast, og tað er mín vón, at vit halda fram við at standa saman sum tjóð, so vit vinna føroyska samfelagnum fleiri rættindini. Men áðrenn vit samráðast um sildina, skulu vit fegnast um semjuna.

Hetta gjørdist ein søguligur dagur, har vit prógvaðu fyri umheiminum, at hóast vit eru ein lítil tjóð, eru vit ein sterk eind, tá vit standa saman sum tjóð.

HanusSamró

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin

Les eisini: Makrelkríggið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder