Politikkur

Føroyar vilja til samráðingarborðið

...

2013-11-07 03:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrstu fetini móti einum fríhandilssáttmála við Eurasisku tollsamgonguna eru tikin í dag. Løgmaður hevur á fundum í Moskva handað eina formliga áheitan um at sleppa undir samráðingar um ein fríhandilsáttmála millum Føroyar og Eurasisku tollsamgonguna, ið fevnir um Russland, Hvítarussland og Kasakstan.


-Tað er ofta ein drúgv tilgongd at koma á mál við einum fríhandilssáttmála, men eftir fundirnar í dag, havi eg eina vón um, at glið er komið á. Eg greiddi frá okkara økta útflutningi til eystanlond seinastu árini, og at Føroyar raðfesta ein fríhandilssáttmála ovarliga, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Á fundunum í Moskva umrøddi løgmaður eisini, hvørjar fyrimunir bæði Russland og tollsamgongan hava við at gera eina fríhandilsavtalu við Føroyar. Løgmaður legði serliga dent á landafrøðiligu støðuna hjá Føroyum í Norðuratlantshavi.

-Russar eru í ferð við at uppraðfesta arktiska arbeiðið í teirra uttanríkispolitikki, og tá komandi arktiska siglingarleiðin er á okkara leiðum, eru Føroyar áhugaverdar hjá russum. Eisini vísti eg á møguleikan hjá russiskum oljufeløgum at selja olju til russisk og onnur skip, sum sigla í føroyskum sjóøki. sigur løgmaður.

Í morgin hevur løgmaður fund í Kasakstan við Timur Zhaksylykov, Vice-Minister for Economy and Budget planning.


Mynd: Løgmaður handar Andrey Slepnev, member of the board Minister on trade of Eurasian Economic Commission, formligu áheitanina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder