2014-07-05 01:24
Eg kann við hesum staðfesta, at Føroyar við Jacobi Vestergaard á odda eru hetjur í Zurich (and rightly so, sum eingilsmenn siga). AECR er ein felagsskapur fyri konservativar flokkar, ið eru skeptiskir mótvegis ES. Tí eru vit fyridømi hjá nógvum flokkum, tí vit megnaðu tað, sum eingin annar megnaði: nevniliga at vinna á ES.
Tað er enntá so flott, at eg havi fingið samband við ein av størstu frísinnaðu hugsanarbankunum í heiminum, sum hava áhuga at granska víðari í makrelstríðnum, har endamálið er at seta sjóneykuna á óvirðiligu atferðina hjá ES, og síðani geva greinina út í stórum útlendskum tíðarritum, tað skrivar Hanus Samró, sum í hesum døgum umboðar Fólkaflokkin á fundi við "Alliance of European Conservatives and Reformists" í høvuðsborgini hjá ES í Strasbourg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald