2014-10-14 18:26

Í kvøld spælir føroyska A-landsliðið sín seinasta heimadyst í ár í hesi undankappingini, tað gera teir, tá ið teir taka ímóti Ungarn á Tórsvølli í kvøld. Bæði liðini hava spælt tveir dystir, Ungarn hevur fingið eitt stig, tað fingu teir ímóti Rumenia. Føroyska liðið hevur enn ikki fingið nakað stig í hesari EM-undankappingini.
Dysturin verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45.
Tá liðini, bresta saman í kvøld, er tað á fyrsta sinni, at landsliðini bæði spæla móti hvørjum øðrum.
Sí eisini: Teir ungu vunnu seinastu venjingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald