Føroyar og Grønland eiga at styrkja formliga samstarvið landanna millum. Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum seinnapartin í gjár millum løgmann og Aleqa Hammond, grønlendskur landsstýrisformaður. Eftir ætlan skulu løgmaður og landsstýrisformaðurin framyvir hittast á hvørjum ári. Eisini verður samstarvið millum landsfyrisitingina í Føroyum og Grønlandi styrkt.
- Fundurin í gjár er vónandi fyrsti av fleiri formligum fundum millum løgmann og landsstýrisformannin komandi árini. Føroyar og Grønland hava á fleiri økjum somu avbjóðingar, og eitt sterkari samstarv styrkir bæði londini. Grønland er ein miðdepil í altjóða politikki, og tí vil eitt tættari samstarv lata fleiri dyr upp - ikki minst hjá okkara vinnulívi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin umrøddu á fundinum møguleikan fyri einum tættari samstarvi í Arktiska ráðnum og í útnorði. Eisini varð skift orð um felags møguleikarnir og avbjóðingarnar í ríkisfelagsskapinum.
Aleqa Hammond, grønlendskur landsstýrisformaður, sær eisini stórar møguleikar í einum tættari samstarvi millum londini.
- Eg eri fegin um, at okkara samstarv kemur í fastari legu. Tað er sera týdningarmikið, at Føroyar og Grønland samstarva væl. Á fleiri økjum kunnu vit styrkja hvønn annan við einum felags stevi. Á øðrum økjum kunnu londini styðja hvønn annan, har vit í hvør sínum lagi longu standa sterk, sigur Aleqa Hammond.
Aleqa Hammond fer av landinum aftur í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald