2013-12-05 22:21
Eftir samráðingar í Keypmannahavn, 4. og 5. desember, hava Føroyar og Grønland skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2014.
Einstakar broytingar eru í avtaluni í mun til avtaluna fyri 2013. Føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi hækkar við 100 tonsum, og grønlendska sildakvotan í føroyskum sjógvi hækkar við 50 tonsum. Eisini gingu Føroyar á møti einum grønlendskum ynski um størri atgongd at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Føroyska toskakvotan í Eysturgrønlandi verður 355 tons, og føroysku svartkalvakvoturnar í Eysturgrønlandi og í Vesturgrønlandi verða óbroyttar ávikavist 275 tons og 100 tons. Harumframt kunnu føroysk rækjuskip gera fiskiroyndir á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi avmarkað til 100 tons.
Grønland fær 2.100 tons av norðhavssild at fiska í føroyskum sjógvi, og eitt grønlendskt línuskip kann royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi í upp til 60 dagar. Harumframt fær Grønland atgongd at veiða 5.000 tons av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað gjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi.
???Tað er umráðandi, at Føroyar og Grønland hava gott samstarv á fiskivinnuøkinum. Hóast sínámillum fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Grønland er lítil í vavi, so haldi eg, at hon er ein týðandi liður í okkara samstarvi og eg gleðist um, at tað aftur í ár eydnaðist at koma fram til eina skilagóða avtalu fyri báðar partar, sigur Jacob Vestergaard landsstýrismaður???.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald