2014-08-11 13:37

Í gjárkvøldið komu 11 limir í Føroyanevndini hjá danska fólkatinginum til Føroyar á vitjan, teir skulu verða í Føroyum til hósdagin.
Umframt teir 11 nevndarlimirnar, verða teir bátir føroysku fólkatingsmennirnir - Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, við í fylginum, teir eru eisini limir í nevndini.
Í morgun skal Føroyanevndin vitja hjá HIDDENFJORD - vitjað verður á alistøðini í Vestmanna, smoltstøðini á Fútakletti og kryvjivirkinum í Sørvági - tað verður stjórin á HIDDENFJORD - Atli Gregersen, sum tekur ímóti Føroyanevndini, tá ið nevndin kemur á vitjan í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald