Føroya Regatta 2015 verður í døgunum 2.- 5. Juli. Tað er Felagið føroysk træseglskip, ið skipar fyri regatta siglingini. Í ár vitja træseglskipini á Eiði og í Sørvág, og í báðum bygdunum verður skipað fyri nógvum spennandi tiltøkum bæði fyri børnum og vaksnum.
Á Eiði og í Sørvági verða hesi tiltøk, meðan almenningurin vitjar umborð:
Umborð áJohannuverða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir. Hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind, seglføringina, - vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a.
Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.
Umborð áWestward Hoverða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin - upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.
Umborð á skúlaskipinumDraginverðurkahúttin riggað um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu teir ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður.
Umframt opin skip, verður nógvur tónleikur, røður, matsøla og dansur í báðum bygdunum, Føroya Regatta vitjar í ár.
Ferðafólk kunnu sigla við allar teinar, ferðaseðlar fáast í Kunningarstovum og umborð.
Viðfest er skrá og myndir, vilja tit vita meira eru tit vælkomin at seta tykkum í sambad við okkum á tlf: 302425 ella 274816
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald