2013-08-24 19:31
Mánadegin letur nýggj sølubúð hjá Føroya Bjór upp í Vestmanna.
Tað er Pauli Zachariassen, sum eigur MAGN-støðina Inni á Fjørð, sum nú eisini fer at selja øl frá Føroya Bjór Inni á Fjørð í Vestmanna.
Nýggja sølubúðin kemur at standa við síðuna av MAGN-støðini.
Í Vestmanna er eingin Rúsa, so vestmenningar hava ferðast til Havnar ella til Vágar, um teir skuldu hava ein dropa av sterkum, so tað kemur væl við, at nýggja sølubúðin letur upp mánadagin, søgdu vestmenningarnir vit prátaðu við í Vestmanna í morgun.
Niðanfyri er ein mynd av Paula Zachariassen, har hann stendur frammanfyri nýggju øl-búðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald