JN

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undirskrivað sáttmála

...

2013-11-27 18:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talan er um somu lønarhækking, sum í øðrum sáttmálum.

Sáttmálin er á sama støði, sum hinar semjurnar, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í hesi samráðingarrunduni. Tað vil siga, at lønarhækkingin 1. november 2013 er 1,13 %, og lønarhækkingin 1. november 2014 er 1,89 %. ??ll hækkingin verður løgd á sjálva lønina.

Nú sáttmálin við Føroysk Miðlafólk er undirskrivaður, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag endurnýggjað allar sáttmálarnar í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði við arbeiðarasáttmálunum, sum komu í gildi 1. mai 2012. Næsta samráðingarrundan byrjar við arbeiðarasáttmálunum, sum ganga út 1. mai 2014.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tilsaman 38 sáttmálar við 18 fakfeløg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder