Politikkur

Formansumfar á Fólkafundinum

...

2014-09-18 15:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Allir politisku flokkar eru við á Fólkafundinum í ár. Leygarkvøldið hittast teir í kjaki um nøkur av heitu evnunum í føroyskum politikki

Fyri fyrstu ferð eru allir sjey flokkar á løgtingi við á árliga og afturvendandi Fólkafundinum, sum hesaferð verður hildin við Løkin í Runavík fríggjadagin og leygardagin. Á Fólkafundinum hava allir flokkar tí møguleika at hitta sínar veljarar, fakfeløg, áhugafeløg og politisk mótstøðufólk.

Tað er siðvenja at enda Fólkafundin við einum politiskum formansumfari, og soleiðis verður eisini í ár. Floksformenninir fara at kjakast um fíggjar- og skattapolitikk, vinnu- og fiskivinnupolitikk, umframt støðu Føroya í heimssamfelagnum.

Flatskatturin var eitt tað fyrsta, ið sitandi samgonga framdi í verki. Síðani hevur flatskatturin verið skýrdur alt frá einum vælsignilsi til eitt forbannilsi. Kjakast verður um flatskatt, næsta stig í fráboðaða skattareforminum og hvussu vælferðarsamfelagið annars skal fíggjast.

Fiskivinnunýskipanin er fremsta málið at loysa í vetur. Tað var boðskapurin hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni. Kjakast verður um nýskipanina og 2018-problematikkin, ið framvegis letur bíða eftir sær.

Føroyar hava markerað seg á altjóða pallinum hetta valskeiðið. Fyrst brutu vit burtur úr strandalandasemjum um makrel og norðhavssild, tað førdi til ógvuslig mótmæli og seinni boykot, sum aftur fekk Føroyar at stevna ES. Felagsskapurin Sea Shepherd er í holt við sítt størsta átak móti grindadrápi, og tað vekir ans úti í heimi. Hartil komu Føroyar á breddan, tá løgmaður um dagarnar varð móttikin við opnum ørmum í Moskva, samstundis sum russar stongja sín heimamarknað fyri matvørum úr ES og Norra. Við støði í hesum trimum dømum verður kjakast um støðu Føroya í heimssamfelagnum.

Somuleiðis fer formansumfarið at geva eina mynd av, hvat fyri eitt samfelag og hvønn politikk føroyingar kunnu vænta sær næstu árini.

Allir sjey flokkar vera við á stóra kjakfundinum á Fólkafundinum. Kjakið byrjar klokkan 20:15 leygarkvøldið og er samstundis endabresturin á Fólkafundinum 2014. Orðstýrari er Jón Brian Hvidtfeldt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder