
Seint í gjár sást í ymsum miðlum, at formaðurin í Meginfelag ??tróðrarmanna, vegna felagið, hevði sent eina yvirlýsing út, sum segði, at Meginfelag ??tróðrarmanna ikki tók undir broytingunum í lóg um sjófeingi, sum annars fer til 3. viðgerð í løgtinginum í dag. Harumframt ger hann eisini viðmerkingar um broytingar, sum verða framdar í bólki 4A og 4B.
???Formaðurin í M?? hevur als ikki stuðul í sínum baklandi, og er fullkomiliga farin í persónligan sjálvdrátt við hasi yvirlýsingini. Vit taka slett ikki undir við hvørki yvirlýsing ella innihaldinum??? sigur Janus Rein, sum er reiðari á útróðrarbátinum ANRU og limur í Meginfelag ??tróðrarmanna.
???Tá eg sá yvirlýsingina í miðlunum seint í gjár, ringdi eg beinanvegin eitt sindur runt til aðrar limir í M?? og spurdi meg fyri, havt hetta var fyri nakað. Ja, egentliga fóru allir at ringja til allar, tí eingin kendist við ella var spurdur eftir. Vit eru bert eini 10-15 fultriknir limir í M??, so tað átti ikki at veri so ringt at tryggja sær baklandið, áðrenn mann ger tílíkt???, leggur Janus Rein afturat.
???Reint tekniskt eru broytingarnar í bólki 4A og 4B bara til fyrimuns fyri allar aktørarnar í bólkunum. Harumframt er talan í stóran mun bert um at rætta onkrar feilir, sum vóru gjørdir í lógina, tá hon var gjørd í desembur 2019. Tað sum formaðurin í M?? sipar til í yvirlýsingini, og sum m.a. eisini varð viðgjørt í D&V, viðvíkjandi fiskidøgum, hevur als einki við hesar broytingarnar at gera. Tí sýnist útmeldingin frá formanninum so ómetaliga undarligt.
Harumframt sigur formaðurin, at M?? ikki er hoyrt í málinum. Tað passar slett ikki; M?? hevur verið hoyringspartur, M?? hevur verið til hoyringar í Vinnunevndini, og M?? hevur sent fleiri hoyringsskriv til Vinnunevndina. Munurin er, at í Vinnunevndini hevur tað verið eitt so nøkulunda samlað M??, sum er hoyrt, í meðan tað hesuferð er formaðurin, sum sýnist vera farin í politiskan sjálvdrátt.???
???Eg skilji slett ikki, at formaðurin í M?? loyvir sær at missbrúka okkum, sum eru limir í M??, á henda hátt. Eg eri ómetaliga vónbrotin av honum. Vit í ANRU umhugsa nú okkara limaskap í Meginfelag ??tróðrarmanna, tí vit hava slett ikki áhuga í at vera partur av einum felagið, sum á henda hátt verður missnýtt til sjálvdrátt og partapolitiskar boðskapir,??? sigur Janus Rein til endans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald