JN

Fongslaður í fýra vikur

...

2014-10-06 20:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava hótt løgreglufólk við byrsu, varð í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Tá maðurin var í grundlógarhoyri í rættinum í dag segði hann, at hann ikki hevði hótt nakran við byrsuni, men hinvegin hevði tikið patrónirnar úr byrsuni, sum lá við vegjaðaran á uppdyrkingarvegnum, har hann mátti støðga bilinum eftir eina politijagstran gjøgnum Miðvág.

23 ára gamli maðurin vísti á, at hann var ávirkaður av rúsdrekka tá hann koyrdi runt í Vágum. Umframt at koyra ávirkaður og hava hótt við byrsu, skal maðurin eisini hava roynt at seta eld á eitt ruskílat í Sørvági og brotið rútar í fleiri húsum. Hetta skrivar Kringvarpið á netinum í dag.

Í rættinum greiddi maðurin frá, at hann hevur drukkið illa seinastu tíðina, seinastu vikurnar hevur hann verið fullur hvønn dag, segði hann.

Kvf.fo skrivar, at løgreglan hevur funnið vápn heima hjá manninum, millum annað eina byrsu og knívar.

Verjin hjá manninum vísti á, at hann ikki hevur hótt nakran, og tí átti at vera latin leysur. Hesum var dómarin ikki samdur í. Maðurin er tí fyribils fongslaður í fýra vikur, tað skrivar portal.fo

Les eisini: Løddi fyrst byrsuna - og hótti síðan løgregluna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder