Vinna

Fólkatalið var 53.223 tann 1. apríl

...

2021-05-10 14:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan: Tann 1. apríl í ár var fólkatalið 53.223. Tað er vaksið við 837 fólkum svarandi

til ein vøkstur uppá 1,6% í mun til somu tíð í fjør. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Nes kommunu. Lutfalsliga stóri fólkavøksturin í Sandoy og í Suðuroy heldur fram.

Vaksandi gongdin í fólkatalinum hevur verið støðug síðani 2013. Gongdin í fólkatalinum verður ávikað av, hvussu nógv flyta til og frá Føroyum, og hvussu nógv doyggja og verða fødd. Seinasta árið tykist nettoflytingin at vera minkað nakað, meðan burðaravlopið heldur fram við at vaksa.  

Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurMai '18Jul '18Sep '18Nov '18Jan '19Mar '19Mai '19Jul '19Sep '19Nov '19Jan '20Mar '20Mai '20Jul '20Sep '20Nov '20Jan '21Mar '211990200020102???50.00052.00054.00053.223November 2018??? Mált: 51.172

Flytingar

Seinastu árini hevur gongdin verið, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt vaksandi íkast til fólkavøksturin. Seinasta árið er hendan gongdin broytt nakað. Tilflytingin er minkað, meðan fráflytingin ikki er minkað eins nógv. Nettoflytingin, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, er sostatt nakað minni enn hon hevur verið.  

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

flyting M1

Burðaravlop

Burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð, hevur verið javnt vaksandi seinastu árini. Hóast fólkatalið síðan 2014 er vaksið við umleið 5.000 fólkum, so er miðal talið av deyðum um mánaðin ikki broytt og liggur framvegis um 30 fólk í miðal um mánaðin. Harafturímóti er talið av føddum børnum seinastu árini vaksið munandi, og nú verða millum 55 og 60 børn fødd í miðal um mánaðin. Burðaravlopið gevur tí framvegis eitt vaksandi íkast til fólkavøksturin. 

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.

fødd-deyð

Kommunurnar

Gongdin í fólkatalinum er framvegis ymisk frá kommunu til kommunu.  Størsti vøksturin í tali er í teimum størstu kommunum, har Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Nes kommuna standa fyri 79% av vøkstrinum.

Lutfalsliga stórur fólkavøkstur er í Sands og Skopunar kommunu, har fólkatalið er vaksið við yvir 4% í báðum kommunum, svarandi til ávikavist 21 og 23 fólk samanborið við somu tíð í fjør.

Eisini í Suðuroynni heldur fólkatalið fram við at vaksa. Vøksturin sæst serliga í Tvøroyra og Vágs kommunu, har 59 fólk eru komin afturat síðani somu tíð í fjør.   

Fimm kommunur høvdu afturgongd í fólkatalinum. Størsta afturgongdin í tali var í Fuglafjarðar kommunu, har fólkatalið minkaði við 15 persónum svarandi til -0,9% samanborið við somu tíð í fjør.  

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum fyri apríl 2020 og apríl 2021. 

Fólkatalið í kommununum

apr 2020 ??? apr 2021

 aprílmunur
 20202021persónar%
Tilsamans52.38653.2238371,6
Fugloyar kommuna384025,3
Viðareiðis kommuna34735692,6
Hvannasunds kommuna41642261,4
Klaksvíkar kommuna5.2715.3721011,9
Kunoyar kommuna158146-12-7,6
Fuglafjarðar kommuna1.5931.578-15-0,9
Eysturkommuna2.1642.230663,0
Nes kommuna1.3521.399473,5
Runavíkar kommuna4.1534.248952,3
Sjóvar kommuna1.1051.130252,3
Eiðis kommuna76876800,0
Sunda kommuna1.8011.818170,9
Tórshavnar kommuna22.10622.4563501,6
Kvívíkar kommuna609622132,1
Vestmanna kommuna1.2461.256100,8
Vága kommuna2.1342.161271,3
Sørvágs kommuna1.2381.23800,0
Skopunar kommuna437458214,8
Sands kommuna530553234,3
Skálavíkar kommuna142139-3-2,1
Húsavíkar kommuna116112-4-3,4
Skúgvoyar kommuna414100,0
Hvalbiar kommuna67467510,1
Tvøroyrar kommuna1.7331.762291,7
Fámjins kommuna828422,4
Hovs kommuna9710033,1
Porkeris kommuna31832461,9
Vágs kommuna1.3571.387302,2
Sumbiar kommuna360348-12-3,3

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder