JN

Fólkatalið vaks við 883 fólkum í fjør

...

2019-02-13 13:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Fólkatalið var 51.371 tann 1. januar. Tað vaks við 883 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. januar 2018 ??? 1. januar 2019. Tað kemur av einum burðaravlopi á 293 og nettotilflyting á 590. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 84 størri, og nettotilflytingin er 122 størri. Og fólkavøksturin tí 206 størri.

447 aftrat í høvuðsstaðnum og 253 aftrat í Eysturoy

Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Bæði í tali og lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum og Eysturoyar sýslu við ávikavist 2,3 og 2,2%.

Í Tórshavnarøkinum búgva knappliga 20.000 fólk, ið er 38% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 447 fólk svarar til 51% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva gott 11.500 fólk, ið er 22% av fólkatalinum. Men vøksturin her, ið var 253 fólk, svarar til 29% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Hinvegin búgva 6.151 fólk í Norðoyggjum, ið er 12% av fólkatalinum, og vøksturin her á 83 fólk svarar til 9% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin og í Vága sýslu svarar vøksturin umleið til miðalvøksturin fyri alt landið.

Bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er ein minking í fólkatalinum við ávikast 0,9 og 0,4% prosentum.

Vøkstur norðanfjørðs og afturgongd sunnanfjørðs

Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-9% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu fimm árini.

Nettotilflytingin er methøg

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.248, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði á umleið 1.200-1.250 fólk árliga, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis, og er nú komin upp á 1.838 fólk árliga. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 500 fólk minni og tilflytingin eini 530 størri ??? og tí er ein negativ nettoflyting á 439 í 2001 vend til eina positiva nettoflyting upp á 590 í 2018.

Burðaravlopið munandi størri

Samanborið við 2017 var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nógv størri í 2018, 293 í fjør móti 209 fyrra árið. Hetta kemur av, at føðitalið var 28 fleiri og deyðatalið 56 færri. Burðaravlopið varð sostatt 84 størri. 

Nógv fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum

Av vøkstrinum í fólkatalinum í fjør eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 236 fleiri mannfólk enn konufólk. Samstundis var ein lítil yvirvág av drongjum í føðitalinum við 8 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 43, so samanlagda úrslitið varð 201 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

Ferðin í fólkavøkstrinum heldur fram

Stóri fólkavøksturin, sum hevur verið síðst 4-5 árini, heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 - 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti sumri og nú út á veturin er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er 1,7%.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting ??? og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir.

Kommunurnar: størsti vøkstur í miðstaðar, Eysturoyar og Vága kommunum

Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 495, Runavíkar við 94 og Klaksvíkar við 74. Síðani miðalstóru kommunurnar, Sunda við 46, Nes við 43, Sjóvar við 39, Eystur við 35, Vága við 29, Sørvágs við 26, Fuglafjarðar við 14 og Vestmanna við 7 fólkum.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Porkeris, Sumbiar, Viðareiðis, Eiðis, Kunoyar og  Hovs kommunum.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs kommunu við 21 fólkum, við 7 í Hvalbiar og Skopunar, við 4 í Tvøroyrar og Kvívíkar, við 3 í Skálavíkar kommunu og í Húsavíkar kommunu við 2 fólkum.

Samanumtikið er vøkstur í 19 kommunum og stillstøða ella minking í 10. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

Oyggjarnar: ymisk gongd í útoyggjum

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.

Av útoyggjum er lutfalsliga stórur vøkstur í Nólsoy við 8 fólkum. Í Svínoy veksur við 1. Í Fugloy, Koltri, Skúvoy og Stóra Dímun er óbroytt, meðan tað minkar í Kalsoy (-6), Hestoy (-5) og Mykinesi (-2).  

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder