JN

Fólkatalið øktist við144 fólkum í eitt ár

...

2014-02-12 16:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

30. november 2013 var fólkatalið 48.267. Í tólvmánaðar skeiðinum frá 1. desember 2012 til 30. november 2013 var burðaravlopið 244 og nettoflytingin -100. Fólkatalið vaks sostatt við 144 fólkum.
Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 233 fólkum. Í Norðoyggjum vaks fólkatalið við 18 fólkum, í Vágum við 10 fólkum. Í hinum økjunum minkaði fólkatalið samanlagt við 117 fólkum. 
Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið í hesum síðsta tólvmánaðarskeiðinum var meira enn tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum. Sí talvurnar niðanfyri.


 


Býtt á oyggjar var fólkavøkstur bert í fýra av oyggjunum: Streymoy, Borðoy, Vágoy og Fugloy. Størsta minkingin var í Eysturoy, Sandoy, Nólsoy og Viðoy. 


 

Verður hugt at kommunum, sæst at fólkatalið minkaði í 18 og vaks í ellivu. Merkisvert er, at fólkatalið minkaði í øllum trimum kommununurn kring Skálafjørðin, Nes, Runavíkar og Sjóar kommunum. 

Tær størru kommunurnar, ið hava fólkavøkstur, eru Tórshavnar, Vestmanna, Klaksvíkar, Tvøroyrar, Sunda og Vága kommunir.


 

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum

 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder