30. juni 2014 var fólkatalið 48.553. Í tólvmánaðarskeiðinum frá 1. juli 2013 til 30. juni 2014 var burðaravlopið 243, og nettoflytingin av landinum var 4 fólk. Fólkatalið vaks sostatt við 239 fólkum.
Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 181 fólkum, men Streymoyar sýsla annars minkaði við 48 fólkum (her er størsta minkingin í Kollafirði við 36 fólkum og Hósvík við 24 fólkum).
Samanumtikið kann sigast at fólkatalið vaks í øllum sýslum, og at størsti vøksturin, 133 fólk, var í Streymoyar sýslu.
Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið er munandi størri enn nettoflytingin av landinum. Sí talvurnar niðanfyri.
Fólkavøkstur var í átta av oyggjunum: Borðoynni, Eysturoynni, Streymoynni, Vágum, Sandoynni og Suðuroynni. Størsta minkingin var í Viðoynni.
Verður hugt at kommunum, sæst, at fólkatalið vaks í 12 kommunum, minkaði í 15 og stóð í stað í trimum kommunum. Størsta minkingin, 13 fólk, var í Famjins kommunu.
Kommunurnar, ið hava størsta fólkavøkstur í tali, eru Tórshavnar, Vágs, Klaksvíkar, Vestmanna, Sands og Eiðis kommunur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald