JN

Fólkatalið øktist við 174 fólkum í eitt ár

...

2014-01-18 03:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fólkatalið øktist við 174 fólkum í eitt ár
31. oktober 2013 var fólkatalið 48.244. Í tólvmánaðar skeiðinum frá 1. november 2012 til 31. oktober 2013 var burðaravlopið 244 og nettoflytingin -70. Fólkatalið vaks sostatt við 174 fólkum.

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 232 fólkum. Í Norðoyggjum vaks fólkatalið við 24 fólkum, í Vágum við 7 fólkum og í Suðuroy við 9 fólkum. Í hinum økjunum minkaði fólkatalið samanlagt við 98 fólkum. 
Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið í hesum síðsta tólvmánaðarskeiðinum var meira enn tríggjar ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum. Sí talvurnar niðanfyri.



 

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder