JN

Fólkatalið øktist við 134 fólkum í eitt ár

...

2013-12-09 18:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

30. september 2013 var fólkatalið 48.159. Í tólvmánaðar skeiðinum frá 1. oktober 2012 til 30. september 2013 var burðaravlopið 227 og nettoflytingin -93. Fólkatalið vaks sostatt við 134 fólkum.
Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 215 fólkum. Í Norðoyggjum og í Vágum vaks fólkatalið við 9 fólkum í part. Í øllum hinum økjunum minkaði fólkatalið samanlagt við 99 fólkum. Størsta minkingin var í Eysturoy. 

Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið í hesum síðsta tólvmánaðarskeiðinum var meira enn dupult so stórt sum nettoflytingin av landinum. Sí talvurnar niðanfyri.

 



 

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder