Fólkatalið øktist við 114 fólkum í eitt ár 31. august 2013 var fólkatalið 48.151. Í tólvmánaðar skeiðinum frá 1. september 2012 til 31. august 2013 var burðaravlopið 227 og nettoflytingin -113. Fólkatalið vaks sostatt við 114 fólkum.
Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnarøkinum við 189 fólkum. Í Norðoyggjum og í Vágum vaks fólkatalið tilsamans við 11 fólkum. Í øllum hinum økjunum minkaði fólkatalið samanlagt við 86 fólkum. Størsta minkingin var í Eysturoy.
Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið í hesum síðsta tólvmánaðarskeiðinum var dupult so stórt sum nettoflytingin av landinum. Sí talvurnar niðanfyri.
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald