JN

Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er farið upp um 20.000 fólk

...

2014-06-13 19:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 31. mars 2014 var fólkatalið 48.359. Í tólvmánaðarskeiðinum frá 1. apríl 2013 til 31. mars 2014 var burðaravlopið 265, meðan nettoflytingin av landinum var 42 fólk. Fólkatalið vaks sostatt við 223 fólkum.

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 218 fólkum, meðan Streymoyar Sýsla annars minkaði við 51 fólkum. Samanumtikið kann sigast at fólkatalið vaks í øllum sýslum.

Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið er munandi størri enn nettoflytingin av landinum. Sí talvurnar niðanfyri.

Fólkavøkstur var í átta av oyggjunum: Fugloy, Borðoy, Eysturoy, Streymoy, Vágum, Nólsoy, Skúvoy og Suðuroy. Størsta minkingin var í Viðoy.

Verður hugt at kommunum, sæst, at fólkatalið minkaði í fjúrtan kommunum og vaks í fjúrtan og stóð í stað í tveimum kommunum. Størsta minkingin, 19 fólk, var í Runavíkar  kommunu.
Kommunurnar, ið hava størstan fólkavøkstur í tali, eru Tórshavnar, Klaksvíkar, Vestmanna og Vágs kommununur.

Í Tórshavnar kommunu er fólkatalið komið upp um 20.000. Tað er fyrstu ferð hesa ársins tíð. Onkuntíð áður hevur tað verið omanfyri, men tað hevur verið um mánaðarskiftið juli-august, tá fólkatalið vanliga er tað mesta, beint áðrenn ta stóru árligu flytingina av landinum. 
 

Fleiri íbúgvatøl eru at finna í Hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder