Vinna

Fólkatalið 1. juni 2021

...

2021-07-13 08:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan: 1. juni í ár búðu 53.358 fólk í Føroyum. Síðan 1. juni í fjør er fólkatalið vaksið við 834 fólkum svarandi til 1,6%.

Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurJul '18Sep '18Nov '18Jan '19Mar '19Mai '19Jul '19Sep '19Nov '19Jan '20Mar '20Mai '20Jul '20Sep '20Nov '20Jan '21Mar '21Mai '211990200020102???50.00052.00054.00053.358

Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð).

Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið stavar frá eini nettoflyting á 495 fólk og einum burðaravlopi á 339 børn. Seinastu tvey árini er nettoflytingin minkað nakað, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað, so samlaða ískoyti til fólkavøksturin heldur framvegis sama javna støði á umleið 1,6% fyri hvørt 12-mánaðarskeið.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

Til- og fráflyting

 

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.

Fødd og deyð

 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu fyri juni 2020 og juni 2021.

Eins og í juni í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúgvoyar og Fámjins kommunur.

Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 390 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Sumbiar kommunu, har 8 fólk fluttu úr kommununi.

Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosentum, tað er seks fólk. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 4,1 prosent, 22 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar, Kunoyar og Húsavíkar kommunum, 2,6 prosent, tað er ávikavist fýra, trý og eitt fólk.

Fólkatalið í kommununum

jun 2020 ??? jun 2021

 junimunur
 20202021persónar%
Tilsamans52.52453.3588341,6
Fugloyar kommuna3938-1-2,6
Viðareiðis kommuna34835241,1
Hvannasunds kommuna42342300,0
Klaksvíkar kommuna5.2795.344651,2
Kunoyar kommuna153149-4-2,6
Fuglafjarðar kommuna1.5931.592-1-0,1
Eysturkommuna2.1722.235632,9
Nes kommuna1.3611.411503,7
Runavíkar kommuna4.1694.255862,1
Sjóvar kommuna1.1041.139353,2
Eiðis kommuna770767-3-0,4
Sunda kommuna1.8181.82130,2
Tórshavnar kommuna22.16822.5583901,8
Kvívíkar kommuna60961781,3
Vestmanna kommuna1.2511.250-1-0,1
Vága kommuna2.1442.165211,0
Sørvágs kommuna1.2301.253231,9
Skopunar kommuna449461122,7
Sands kommuna532554224,1
Skálavíkar kommuna141138-3-2,1
Húsavíkar kommuna116113-3-2,6
Skúgvoyar kommuna4241-1-2,4
Hvalbiar kommuna67267971,0
Tvøroyrar kommuna1.7291.765362,1
Fámjins kommuna828533,7
Hovs kommuna9710366,2
Porkeris kommuna31932892,8
Vágs kommuna1.3561.372161,2
Sumbiar kommuna358350-8-2,2

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder