Kappingarnar eru fyri unglingar, kvinnur, motionistar og opna bólkin.
Kappast verður soleiðis:
Hóskvøldið 11. septembur kl. 18.00: Landavegsúkkling
Opin bólkur, 100 km:
Fyrst verður koyrt tvær ferðir runt Oyggjarvegin, t.e. Plantusølan við Hvítanesvegin, Kaldbakstunnilin, Kollfjarðadalur, Oyggjarvegur, Ringvegurin, og so Hvítanesvegur.
Síðan verður koyrt tvær ferðir Plantusølan, rundkoyringina við Føroya Tele, rundkoyringina við Svimjihøllina, og rundkoyringina við Skansan.
Unglingar, kvinnur og motionistar, 65 km:
Einaferð runt Oyggjarvegin, og so Plantusølan, rundkoyringina við Føroya Tele, rundkoyringina við Svimjihøllina, og rundkoyringina við Skansan. Unglingar, kvinnur og motionistar koyra henda tein tríggjar ferðir.
Fríggjakvøldið 12. septembur kl. 18.00: Einkultstartur
Opin bólkur, 40 km:
Hósvík - Rundkoyringina við Streymin - Svínáir - Ljósáir - Svínáir - Rundkoyringina við Streymin - Hósvík.
Unglingar, kvinnur og motionistar, 20 km:
Hósvík - Rundkoyringina við Streymin - Hósvík.
Leygarkvøldið 13. septembur kl. 18.00: Býarkoyring:
Opin bólkur:
45 min. + 1 umfar
Unglingar, kvinnur og motionistar:
30 min. + 1 umfar
Teinur: Akranesgøta, Millum Horna, Velbastaðvegur, Marknagilsvegur, Akranesgøta.
Tað styttis til Oyggjaleikir, og FM kappingarnar 2014 er umframt ein kapping um føroyska meistaraheitið, eisini ein av trimum úttøkukappingum til plássini á føroyska súkklulandsliðnum.
Til kappingina hóskvøldið er tað eitt krav, at allir luttakarar koyra við lykt - framman og aftan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald