Politikkur

Floksleiðslan kom ikki til nakra niðurstøðu

...

2021-12-20 09:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjárskvøldi var leiðslan í Fólkaflokkinum á fundi, har tey tosaðu um politisku støðuna, ið er íkomin eftir at trý uppskot hjá anstøðuni um sammóðir blivu samtykt við 2. viðgerð mánadagin.

Tey trý uppskotini vórðu samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti, Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum vóru millum teirra, ið atkvøddu fyri uppskotinum saman við andstøðuni. 

Sum vit skilja kom floksleiðslan í Fólkaflokkinum ikki til nakra niðurstøðu á fundinum í gjárskvøldi. Hvat hendir í dag er tískil ógreitt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder