2014-04-01 20:42
Portal.fo skrivar:Hvørgin vann heilt, men eigararnir av jørðini, sum varð ongartikin til flogvøllin kundu í øllum førum staðfesta, at teir fingu munandi meira fyri jørðina enn Vinnumálaráðið vildi lata.
Tað staðfesti Føroya rættur í gjár.
Líka síðan lendið, sum skuldi brúkast til útbyggingina av flogvøllinum, varð ognartikið í 2009, hava eigararnir og Vága Floghavn stríðst um, hvussu nógv eigararnir skuldu hava í endurgjaldi.
Vinnumálaráðið vildi bert lata umleið 340.000 krónur, men eigararnir av hagapartinum Ytri Suðurtriðingur ??? tað úttalast Ytri Suttringur ??? kravdu at fáa slakar 28 milliónir krónur, sum bygdi á eina meting hjá einari metingarnevnd.
Hesa metingina vildi rætturin heldur ikki góðtaka, og tí var ein nýggj metingarnevnd sett, og tað var úrslitið, sum henda metingarnevndin kom til, ið gjørdist úrskurðurin. Vága Floghavn skal lata 27 krónur fyri fermeturin og ikki 71 krónur, sum fyrra metingarnevndin kom til.
Bjørn á Heygum, er sakførari hjá eigarunum av Ytra Suttringi, og uppá seg er hann nøgdur við úrskurðin. Gamaní gekk rætturin ikki kravinum uppá 71 krónur fyri fermeturin á møti, men hann fylgdi tilráðingini frá seinnu metingarnevndini, sum rætturin sjálvur setti.
- Endurgjaldið er tí nógv hægri enn tað, sum Vinnumálaráðið og Vága Floghavn vildu lata, so uppá tann mátan eru eigararnir nøgdir, sigur Bjørn á Heygum.
Tá úrskurðurin er sagdur, er møguleiki at kæra, og mest sannlíkt er, at Vinnumálaráðið kærir. Hinvegin er tað kanska ikki so sannlíkt, at eigararnir kæra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald