JN

Flogfar við 188 fólkum umborð er dottið niður

...

2018-10-29 07:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgun lokalatíð er eitt flogfar við 188 fólkum dottið niður út fyri Indonesiska høvuðsstaðin Jakarta, tað skrivar bt.dk.

Tá ið flogfarið hevði flogið í 13 minuttir bað flogskiparin um loyvi at lenda aftur á flogvøllinum har tey vóru farin avstað frá, og lítla løtu seinni misti torni sambandi við flogfarið.

Tað er indonesiska lágprísflogfelagið Lion Air ið átti flogfarið, Lion Air fekk flogfarið í august mánaða í ár, og var talan um eitt flogfar av slagnum Boeing 737-800.

Flogfarið var ávegis frá Jakarta til býin Pangkal Pinang i Sumatra.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder