2018-03-14 21:01
Føroyska U 20 landsliðið hjá monnum, sum fríggjadagin í næstu viku skal spæla sín fyrsta landsdyst í EM-kappingini í Høllini á Hálsi, møtir í fyrsta dystinum Íslandi.
Dysturin byrjar klokkan 19,00.
Hetta verður samstundis fyrsti EM-landsdystur, sum føroyska U 20 landsliðið spælir á heimavølli, so á ein hátt verður søga skrivað hetta kvøldið.
Føroyar hava í fleiri umførum spælt ímóti Íslandi, og seinast var í oktober í 2017, tá Føroyar vunnu 3-1 í kapping í Kettering í Onglandi.
Settini endaðu25-20, 20-25, 25-21, 25-14.
Leygardagin 24. mars skal liðið spæla ímóti Skotlandi og sunnudagin 25. mars verður mótstøðuliðið Luksemborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald