U 19 landsliðini, sum í gjár fóru úr Føroyum via Keypmannahavn til Kettering í Onglandi, hava ikki havt tað bestu ferðini.
Ferðin til Keypmannahavna gekk væl, men tá farast skuldi frá Keypmannahavn til Onglands, hevði SAS avlýst flúgvaran. Tískil mátti ferðalagið hjá gentur og dreingjum á 32 persónar á hotel í Keypmannahavn, og er tí ikki komið til Onglands fyrr enn í dag.
Men tá komið varð til Onglands manglaði viðføri hjá tveimum av leikarunum, men tíanbetur høvdu hesir spæliklæðini í hondviðførinum.
Í dag er venjing á skránni, og í morgin skulu U-19 genturnar spæla ímóti Norra klokkan 11,00 og Íslandi kl. 15,30, og U 19 dreingirnir spæla ímóti Svøríki klokkan 11,00 og ímóti Norra klokkan klokkan 15,30.
Allir dystirnir verða stroymaðir á:https://www.247.tv/live/volleyball/nevza-u19-international-championships
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald